- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinna og fiskavirki 300 fólk í serskipan
Enn eru 1.400 fólk í serskipanini hjá ALS, sum upprunaliga skuldi halda uppat í dag, men er longd til 31. august.
Størsta vinnan í serskipanini er ferðavinnan, sum fevnir um gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, flutningsfyritøkur og líknandi. Her er talið av heimsendum 287 fólk, svarandi til umleið 20 prosent.
Ein onnur eins stór vinnugrein er fiskavirkir av ymsum slag. Her eru 281 fólk í skipanini eisini svarandi til umleið 20 prosent.
40 prosent av teimum í serskipanini eru býtt út á 32 ymiskar vinnugreinar, eitt nú søla av bilum, aðrar handilsligar tænastur, byggivirki, tænastuveitingar og so framvegis.
Sambært tølunum frá ALS eru 20 prosent av teimum í serskipanini úr vinnugreinum, sum ikki eru upplýstar.
Í miðal eru fólk stívliga tríggjar fjorðingstíð í serskipanini og ein fjorðingstíð til arbeiðis.
Frá í morgin til 31. august rindar landskassin rokningina og ALS umsitur serskipanina.