- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um kanningar eftir 10. juli
Fríggjadagin 10. juli endar fyribilsskipanin, har øll ferðandi til Føroya skulu kannast fyri koronu, og landskassin rindar rokningina.
– Enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvat tá skal henda. Men vit fara at umrøða málið á landsstýrisfundi í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Heilsumálaráðið hevur avtalu við privatu fyritøkuna, Thetis, sum kannar øll ferðandi til Føroya, men henda avtala er bara galdandi til og við 10. juli.
Avgerð er heldur ikki tikin um, hvør skal gjalda - landskassin ella tann ferðandi - um tað framvegis verður eitt krav at lata seg kanna fyri koronu, eisini eftir 10. juli.
Pál Weihe, læknafakligur ráðgevi & ábyrgdarpersónur og Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi, vitjaðu sjónvarpsstovuna at tosa um, hvat hendir, um ella tá koronasmittan kemur aftur til Føroya.