- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung selja seg fyri pengar
Tað er ein vaksandi trupulleiki, at ungar kvinnur selja sín kropp fyri pengar ella rúsevni.
Magni Højgaard er leiðari fyri tilboðið undir Almannaverkinum, við heitinum "Megna títt lív."
Tilboðið varð sett á stovn, eftir at nakrar ógvisligar hendingar í 2017 og 2018 høvdu við sær, at eitt álit varð skrivað um hesi ungfólkini, sum liva í kriminella og rúsevnisumhvørvinum í Føroyum.
Nú tilboðið hevur verið til í eitt lítið ár, kann Magni Højgaard staðfesta, at ein av fleiri vaksandi trupulleikum fyri hetta umhvørvið er, at ungar kvinnur selja seg fyri pengar ella rúsevni.
– Her er eitt parallelsamfelag, eins og vit síggja tað í øðrum londum, sigur Magni Højgaard.
Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.