- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov stutt skotbrá at lata upp eftir páskir
Ov stutt skotbrá at lata upp eftir páskir
Tað ber ikki til at lata skúlarnir upp aftur beint eftir páskir, og neyðugt verður at byrja við smáum fetum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum
07.04.2020 - 19:57
Tað fer ikki at bera til at lata skúlarnir upp aftur beint eftir páskir, og neyðugt verður at byrja við smáum fetum. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, er samdur og sigur, at vit ikki skulu vænta, at tað verður vanllig skúlagongd eftir páskir. Lítið sannlíkt er eisini, at næmingarnir í níggjunda flokki fara til próvtøku í ár.
Tað hevur verið eitt sindur av undirvísing í fólkaskúlanum seinastu vikurnar, men hon hevur verið nógv øðvísi enn vanligt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV