Liðug vøra økir yvirskotið hjá Bakkafrosti

Liðug vøra økir yvirskotið hjá Bakkafrosti
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti seinasta ársfjórðing í fjør var gott
25.02.2020 - 19:55

Alingin í Føroyum og framleiðslan av lidnari vøru høvdu eitt ársfjórðings-úrslit upp á 375 milliónir krónur.

Serliga er vert at leggja til merkis, at framleiðslan av lidnari vøru í seinasta ársfjórðingi av 2019 gav eitt rakstrarúrslit uppá 36,6 milliónir krónur.

Í mun til sama ársfjórðing árið fyri er talan um stóra framgongd, tí tá var úrslitið 3,3 milliónir krónur.

Alt árið í 2019 hevði framleiðslan av lidnari vøru eitt rakstrarúrslit uppá 63,7 milliónir krónur. Her er gongdin vend, tí í 2018 gav framleiðslan eitt hall uppá 22,4 milliónir krónur.

Seinasta ársfjórðing í 2019 keypti bakkafrost "The Scottish Salmon Company", og felagið er nú partur av Bakkasfost samtakinum.

Av tøkuni í kruvdari vekt síðsta ársfjórðing í 2019 uppá sløk 26.000 tons vóru sløk átta túsund tons tikin í Skotlandi.

Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum eftir skatt var 219,5 milliónir krónur seinasta ársfjórðing í 2019 samanborið við eitt hall uppá 6,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í 2018.

Fyri alt árið í fjør var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt góðar 800 milliónir krónur í mun til 960 milliónir árið fyri, sigur Bakkafrost.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179