- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðbýurin í Runavík smalkar
Miðbýurin í Runavík smalkar
Fjøruvegurin verður ikki liðugur, tá Eysturoyartunnilin letur upp
03.01.2020 - 09:27
Arbeiðið at gera miðbýin í Runavík er byrjað, og tað er greitt, at høvuðsvegurin ígjøgnum býin fer at gerast smalari.
Og tað verður hann, hóast Fjøruvegurin ikki er liðugur, tá Eysturoyartunnilin letur upp.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vísir aftur, at vegurin verður smalkaður fyri at leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa Fjøruvegin gjørdan.
Miðbýarætlanin er fleiri ára gomul, sigur hann.
.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV