- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæran um uppsøgnina varð ikki gingin á møti
Kæran um uppsøgnina varð ikki gingin á møti
Niðurstøðan um kærurnar í málinum um uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum er almannakunngjørd.
22.03.2019 - 19:18
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur í dag almannakunngjørt niðurstøðu sína um kærurnar í málinum um uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum. Kæran um uppsøgnina var IKKI gingin á møti, men kæran um brot á góðan fyrisitingarsið er partvíst gingin á møti.
Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe, sigur, at tey fara at biða Løgtingsins umboðsmann eftirkanna niðurstøðuna hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV