- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lætt at fáa hendur á rúsevnum
Lætt at fáa hendur á rúsevnum
Í 2017 legði TAKS hald á 23 kilo av rúsevnum, fýra ferðir meira enn árið fyri
10.01.2019 - 20:32
Tað er lætt at fáa hendur á rúsevnum í Føroyum.
Tað sigur 22 ára gamli Tróndur Húsgarð, sum í fýra ár varð bundin av rúsevnum, men eftir drúgva viðgerð hevur fingið eitt vanligt lív aftur.
Í 2017 legði TAKS hald á 23 kilo av rúsevnum, og tað var fýra ferðir so nógv sum í 2016, tá hald varð lagt á seks kilo av rúsevnum.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, hevur víst á, at eftirlitið hjá TAKS eigur at verða styrkt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV