Bakkafrost fekk byggiloyvi fyri stongdum hurðum

Bakkafrost fekk byggiloyvi fyri stongdum hurðum
Eitt byggiloyvi í Klaksvík til stóru alifyritøkuna fær nógva umrøðu
01.11.2018 - 20:22

Klaksvíkar býráð hevur givið Bakkfrosti loyvi at hegna ein part av kaiøkinum av.

Fundurin var fyri afturlatnum hurðum, og tað heldur Beinir Johannesen, býráðslimur í Fólkaflokkinum, ikki vera í lagi.

At ein partur av havnarøkinum verður hegnaður av, fer at geva øðrum fyritøkum trupulleikar, og tí eigur kommunan at finna eina aðra loysn, sigur Elsubeth Poulsen, virkisleiðari á landingarmiðstøðini og frystigoymsluni í Klaksvík.

Bakkafrost skal brúka havnarøkið til landstøð. Orsøkin til, at økið skal stikast av, er, at tað fer at minka um vandan fyri smittu í alibrúkinum.

Johan Lu:tzen, stjóri í Norðlýsinum, sigur, at á Norðlýsinum hava tey merkt stóran áhuga frá borgarunum í Klaksvík fyri málinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477