- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis kunnu Føroyar spæla seg víðari til EM
Soleiðis kunnu Føroyar spæla seg víðari til EM
Her er videoinnslag, sum greiðir frá, hvussu Føroyar kunnu spæla seg víðari til EM-endaspælið í 2020 ígjøgnum UEFA Nations League
06.09.2018 - 18:24
UEFA Nations League kappingin gevur smærri tjóðum munandi størri møguleika at spæla seg víðari til EM-endaspælið.
Føroyar eru í kapping D (league D) saman við 15 øðrum tjóðum, sum er býttar í fýra bólkar.
Eitt land úr hvørjum bólki spælir seg víðari. Síðani eru hálvfinalur, og so verður ein finala spæld.
Vinnarin av finaluni fer víðari til EM-endaspælið í 2020.
Bólkarnir í kapping D:
Bólkur 1
Georgia |
Lettland |
Andorra |
Kasakstan |
Bólkur 2
Hvítarussland |
Luksemborg |
Moldova |
San Marino |
Bólkur 3
Aserbadjan |
Føroyar |
Malta |
Kosovo |
Bólkur 4
Makedonia |
Armenia |
Liktinstein |
Gibraltar |
Skráin hjá Føroyum:
07.09.2018 | Føroyar-Malta |
10.09.2018 | Kosovo-Føroyar |
11.10.2018 | Føroyar-Aserbadjan |
14.10.2018 | Føroyar-Kosovo |
17.11.2018 | Aserbadjan-Føroyar |
20.11.2018 | Malta-Føroyar |
Hálvfinalurnar verða spældar 5. og 6.juni í 2019.
Finalan verður spæld 9.juni í 2019.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV