- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kaffistova verður skúlastova
Kaffistova verður skúlastova
Tey, sum búgva í Finsen, eru ónøgd um, at Tórshavnar kommuna ætlar at brúka niðastu hædd í bygninginum til fólkaskúlastovur
24.05.2018 - 19:43
Fimm mánaðir eftir, at fyrstu fólkini fluttu inn í lestrarbústaðin, Finsen, verður einasta felagshølið hjá teimum, sum búgva har, tikið frá teimum.
Tórshavnar kommuna ætlar, at flyta skúlarflokkar inn í kaffistovuna.
Málið tikið av skrá
Málið skuldi samtykkjast endaliga á býráðsfundi í kvøld, men Annika Olsen, borgarstjóri, váttar, at málið er tikið av skrá.
Tráin Petursson Nónklett, sum er varafólk, hevur boðað frá, at hann ikki tekur undir við ætlanunum. Tí er ikki meirluti fyri uppskotinum.
Ógreitt er, nær uppskotið kemur fyri aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV