Ákæri: Ikki upplivað slíkt fyrr

Ákæri: Ikki upplivað slíkt fyrr
Ákærin í málinum um føroyingin, sum er ákærdur fyri at eggja eini kvinnu til at fremja kynsligan ágang, hevur ikki upplivað slíkt mál fyrr
24.05.2018 - 19:41

Annar dagur í rættarmálinum móti einum 42 ára gomlum føroyingi, ið er ákærdur fyri at eggja einari kvinnu til at fremja kynsligan ágang móti soni hennara, er av.

Kvinnan sigur, at hon kendi seg trýsta av manninum, og at hann manipuleraði seg.

Ákærin, Bente Schnack, sigur, at hon ikki hevur upplivað eitt slíkt mál fyrr.

Fyrnaðar myndir

Ákærin upplýsti á rættarfundinum, at føroyska løgreglan hevur funnið barnapornografisk tilfar á einari teldu hjá manninum. Myndirnar er so gamlar, at málið er fyrnað, og ákæra kann ikki reisast.

Dómur fellur væntandi mánadagin 28. mai.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151