Hvørki Aksel ella Jørgen stúra fyri vali í ótíð

Hvørki Aksel ella Jørgen stúra fyri vali í ótíð
Tvær veljarakanningar vísa, at tað stendur á jøvnum millum andstøðu og samgongu
06.04.2018 - 20:30

Bæði Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari og formaður í Javnaðarflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum fegnast um veljarakanningarnar, sum vórðu kunngjørdar í dag.

Onnur vísir, at samgongan varðveitir meirilutan, og hin vísir, at andstøðan hevði fingið meiriluta, varð val nú.

Hvørki Aksel V. Johannesen ella Jørgen Niclasen siga seg stúra fyri vali í ótíð.

Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, var i sjónvarsstovuni og gjørdi viðmerkingar til veljarakanningarnar.

Hann undrast á, at Javnaðarflokkurin ikki hevur størri afturgongd, flokkurin er í skeljasori, sigur Georg L. Petersen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817