Neistin vann á Kyndli

Neistin vann á Kyndli
Í gjár vann Neistin 23-21 á Kyndli, ið liggur nummar tvey í hvonn-kappingini, og nú er aftur spenningur um finaluplássini
08.03.2018 - 13:25

Í gjár hittust Neistin og Kyndil í bestu deildini hjá kvinnunum. 

Kyndil, sum liggur nummar tvey í hvonn-kappingini, hevur verið greitt omaná í teimum báðum grannauppgerðunum, sum tær higartil hava spælt ímóti Neistanum í ár.

Men hesa ferð vilja tær bláu tað øðrvísi. 

VÍF vann sannførandi

Í Vestmanna hittust VÍF og H71. VÍF, ið er oddalið, vann ein tryggan 36-30 sigur á hoyvíkskvinnum.

Tær varðveita sostatt sítt fyrsta pláss og liggja nú seks stig framman fyri Kyndil, ið liggur nummar tvey við 28 stigum.

VÍF og H71 hava spælt 19 dystir, meðan hini liðini hava spælt 18 dystir.

VB hevur finalumøguleika

Nú eru einans trý stig á muni millum Kyndil og VB, ið liggur á einum triðja plássi við 25 stigum. 

Bæði lið hava spælt 18 dystir, og bæði lið mangla at spæla seks dystir. 

12 stig eru eftir at spæla um hjá báðum liðum, og tískil er einki avgjørt enn.

Stigatalvan í hvonn-deildini er hendan:

  Dystir Stig
VÍF 19 34
Kyndil 18 28
VB 18 25
Neistin 18 17
H71 19 13
Stjørnan 18 10
STÍF 18 1
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946