- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnil til Hvalbiar - so til Fámjins
Tunnil til Hvalbiar - so til Fámjins
Arbeiðið upp á Fámjinstunnilin verður kanska boðið út saman við Hvalbiartunnlinum.
02.01.2018 - 19:27
Fyrimunurin er, at Fámjinstunnilin verður gjørdur, áðrenn boriútgerðin til Hvalbiartunnilin fer úr aftur Suðuroynni.
Ætlanin má broytast
Verður Fámjinstunnilin boraður beint eftir Hvalbiartunnilin, fer hann burtur úr ætlanini hjá landsstýrismanninum, sum hevur fingið sjey milliónir krónur á fíggjarlógini til boriútgerð og eitt tunnilstoymi hjá Landsverki.
Ætlanin er, at Landsverk skal eftir nøkrum árum bora tunnlar til smærri bygdir.
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum sigur um ta játtanina, at fyrst skal borast til Dals og síðani til Tjørnuvíkar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV