- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindaleiðari uppsagdur
Tíðindaleiðari uppsagdur
Liljan Weihe sigur, at hon avvísir grundgevingina fyri uppsøgnina og ætlar sær víðari við málinum.
21.12.2017 - 19:31
Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, er í dag loyst úr starvi. Tað boðar Johnny í Grótinum, stjóri, frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Tíðindaleiðarin seinnu árini fekk ætlanarskriv fyri trimum vikum síðani. Sambært stjóranum er orsøkin til uppsøgnina, at tíðindaleiðarin hevur verið illoyal mótvegis stjóra og stovni við at hava skrivað ósannindi um stjóran til stýrisformannin og við at leka upplýsingar til fjølmiðlar.
Liljan Weihe sigur í stuttari viðmerking, at hon avvísir grundgevingina fyri uppsøgnina og ætlar sær víðari við málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV