Fiskivinnunýskipan er ársins orð

Fiskivinnunýskipan er ársins orð
Málráðið, Føroysk miðlafólk og Felagið føroysk marknaðarfólk hava saman við sendingini Góðan morgun Føroyar funnið fram til ársins orð.
21.12.2017 - 19:36

Ársins orð er valt og ársins orð er "fiskivinnunýskipan".

Tað hava Málráðið, Føroysk miðlafólk og Felagið føroysk marknaðarfólk saman við sendingini Góðan morgun Føroyar funnið fram til.

Men hvat hugsa føroyingar, tá vit siga fiskivinnunýskipan? Tað hava vit spurt fólk á gøtuni, og hví er tað ársins orð, spurdu vit fólk í dómsnevndini.

Lurtararnir hjá morgunsendingini sendu inn umleið 70 orð. Málráðið valdi tíggju burtur úr rúgvuni, og síðani funnu tey saman við feløgunum Føroysk Marknaðarfólk og Føroysk Miðlafólk vinnararðið, "fiskivinnunýskipan", í beinleiðis sending í morgun.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990