- Tíðindi, mentan og ítróttur
TG-Verk sagt upp á Glasi
TG-Verk sagt upp á Glasi
Landsverk vil nú hava aðrar arbeiðstakarar at gera tað, sum TG-Verk eigur at gera
08.09.2016 - 20:16
TG-Verk fer ikki at gera arbeiðið liðugt á Glasi, og tí mugu aðrar byggifyritøkur taka um endan. Tað boðaði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, frá seinnapartin. Men tað er ikki rætta søgan, sigur Høgni Lauritsen, stjóri á TG-Verki.
Tær 20 milliónir krónurnar, sum TG-Verk setti sum trygd, verða nú loystar, so tær kunnu nýtast til at lata øðrum byggifeløgum, men so lætt sleppur Landsverk ikki, sigur stjórin í TG-Verki, tí í evsta føri skal gerðarrætturin eisini taka støðu til tað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV