- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaheilsuráðið: Sera óheppin lýsing
Fólkaheilsuráðið: Sera óheppin lýsing
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum sigur, at lýsingar, sum tann hjá Runavíkar kommunu, er vorðnar óvanligar á okkara leiðum
19.05.2016 - 20:32
- Tað er sera óheppið, ar ein almenn kommuna brúkar ein almennan persón á slíkan hátt.
Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Hann sipar til lýsingina frá Runavíkar kommunu, har borgarstjórin er avmyndaður við einari sigarett.
- Slíkar lýsingar síggjast í eysturevropeiskum og arabiskum londum, men í londunum uttan um okkum er slíkar lýsingar burtur, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV