Bárður Nielsen: Nýskipanin byggja á breiða semju

bannari
Bárður Nielsen: Nýskipanin byggja á breiða semju
Uppskot um fiskivinnunýskipan verður ikki samtykt, um andstøðan ikki verður tikin við. Tað siga fleiri samgongufólk
23.02.2015 - 19:36

Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ætlar sær ikki at atkvøða fyri tílíkum uppskoti, um tað ikki byggir á breiða semju.

Á portal.fo í dag, finst løgmaður at Bárði Nielsen fyri at úttala seg um fiskivinnunýskipanina. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur:  "Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum bleiv samdur um á síðsta fundi, at tað einans er formaðurin í flokkinum, ið úttalar seg um arbeiði við fiskivinnunýskipanini. Talan er um trupular samráðingar, og um hvør einstakur tinglimur fer at úttala seg um málið, so verður tað ikki lætt at finna eina semju."

Veljarafelagið Samhald hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy hevur aðalfund í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. Seinni verður almennur fundur um fiskivinnuna og avleiddar vinnur frá fiskivinnuni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050