- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soul Made í Eiffeltorninum
Soul Made í Eiffeltorninum
Dreymurin gjørdist í morgun veruleiki fyri sniðgevan Beintu Poulsen úr Havn, tá klæði hennara vórðu víst fram í sjálvasta Eiffeltorninum í Paris
31.10.2014 - 20:04
Klædnamerkið hjá Beintu Poulsen, Soul Made, var persónliga útvalt av heimskendu modellini Jessicu Minh Anh, sum skipaði fyri serligu, altjóða mótasýningini í Eiffeltorninum í Paris í morgun.
Beinta Poulsen var millum nakrar heilt fáar sniðgevar úr øllum heiminum, ið fingu hendan møguleika.
Móttøkan var góð, heldur Beitan Poulsen, sum sær luttøkuna í mótasýningini sum eitt gylt høvi at kera navnið hjá Soul Made kent millum klædnakeyparar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV