- Tíðindi, mentan og ítróttur
»Takið støðu um skúlarnar í Havn sum skjótast«
»Takið støðu um skúlarnar í Havn sum skjótast«
Skúlastýrið og foreldur at næmingum í Tórshavnar kommunuskúla eru farin at troyttast um óvissu framtíðina hjá Kommunuskúlanum. Tey ynskja loysn sum skjótast
29.01.2014 - 09:50
Takið eina støðu um skúlarnar í Havn sum skjótast!
So greið er forkvinnan í skúlastýrinum fyri Tórshavnar kommunuskúla í Havn, Hansina Iversen.
Saman við restini av skúlastýrinum vil hon hava at vita, hvar børn teirra fara at ganga í skúla í framtíðini.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í býráðnum, sigur, at ein bólkur skal setast at gera tilmæli til eina skúlaloysn seinni í vár.
Bólkurin sum verður settur, skal koma við einum tilmæli til eina fyribilsskúlaloysn ella eina varandi skúlaloysn áðrenn skúlabyrjan 2014.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV