»Eg haldi, at eg livi«

bannari
»Eg haldi, at eg livi«
Sjónvarpsdokumentarur um Jógvan Telling Joensen, ið gjørdist lamin og misti førleikan at tosa, tá hann fekk ein blóðtøpp í 1993
03.11.2002 - 12:40

Bert 46 ára gamal fekk navnframi tónleikarin Jógvan Telling Joensen í 1993 ein blóðtøpp í heilan. Hann gjørdist lamin og misti fullkomiliga førleikan at tosa. Frá at vera ein sera virkin tónleikari og tónleikalærari, skuldi Jógvan Telling frá degi til annan læra seg at liva av nýggjum.

Sjúkan førdi millum annað við sær, at Jógvan gjørdist óarbeiðsførur og misti alt, sum hann átti. Hann hevur síðan sjúkan rakti stríðst eitt hart stríð, bæði fyri at vinna sær førleikar aftur, men eisini eitt stríð ímóti einari stirvnari føroyskari heilsuskipan.

Í dag er Jógvan Telling ein sera aktivur maður, sum mest av øllum bert er glaður fyri lívið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940