- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: Á val við forfólkunum
Spenningurin áðrenn lukkitíð, men eisini møði.
Forfólkini í flokkunum hava verið í valstríði, síðani fólkatingsvalið bleiv útskrivað 5. oktober, og nú eru tey móð.
Men nú stendur veruliga valið upp á spæl. Løgtingsvalið. Valið um valdið í Føroyum næstu fýra árini.
Myndamaður Kringvarpsins var við øllum forfólkunum, tá tey sjálv vóru og valdu.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen er formaður í Javnaðarflokkinum, og tað hevur hann verið síðani 2011.
Hann er 50 ára gamal, er giftur Katrini og saman tey hava tey tríggjar synir.
Aksel V. Johannesen stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 2008.
Tá fekk hann 238 persónligar atkvøður, sum ikki var nokk til at fáa beinleiðis sæti í løgtinginum. Hann gjørdist nummar 10 á listanum, og síðani tók hann sæti sum varalimur.
Hann varð fyrstu ferð valdur beinleiðis á løgting í 2011, tá hann fekk 1.204 persónligar atkvøður.
Besta løgtingsval hjá Akseli var í 2015, tá hann fekk 2.405 persónligar atkvøður.
Hetta er eisini føroyska metið í persónligum atkvøðum, sum nakað valevni nakrantið hevur fingið.
Aksel V. Johannesen var løgmaður frá 2015 til 2019.
Hetta er fimtu ferð, at Aksel V. Johannesen bjóðar seg fram til eitt løgtingsval.
Og um hann verður valdur, so verður tað fjórða tingskeið á rað, at formaðurin í Javnaðarflokkinum verður valdur beinleiðis á ting.
Sámal Petur í Grund
Sámal Petur í Grund er ættaður úr Syðrugøtu, búsitandi í Klaksvík. Hann er 64 ár, giftur við Margit og eigur sjey børn.
Sámal Petur í Grund stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 1994.
Tá stillaði hann upp fyri Sjálvstýrisflokkin, hann fekk 113 atkvøður og varð ikki beinleiðis valdur inn.
Sámal Petur í Grund var landsstýrismaður við ábyrgd fyri samskiftis- og mentanarmálum, ferðavinnu og sjóvinnu 1994-1997, og í almanna- og heilsumálum 2001-2002.
Í 1998 varð hann fyri fyrstu valdur beinleiðis inn á løgting, tá hann fekk 534 atkvøður. Tað er hansara besta persónliga val.
Hetta er níggjundi ferð, at Sámal Petur í Grund stillar upp til løgtingsval. Tað er aðru ferð, at hann stillar upp fyri Sjálvstýri.
Fimm ferðir hevur hann stillað upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Tvær ferðir fyri Framsókn (2011, 2015) og eina ferð áður fyri Sjálvstýri (2019).
Ruth Vang
Ruth Vang er útbúgvin jarðarmóðir og siviløkonomur. Hon er 56 ára gomul og úr Havn.
Hon er gift við Dánjali, og tey eiga trý børn.
Hon er eisini einasta forfólki í einum politiskum flokki, sum ongantíð er vald beinleiðis á ting.
Hon gjørdist tingkvinna eftir valið í 2015, tá hon gjørdist nummar trý á listanum hjá Framsókn.
Hon er einasta kvinnuliga forfólk í teimum politisku flokkunum, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið hesaferð.
Hon er eisini fjórði kvinnuligi floksleiðarin, sum vit hava havt her í Føroyum. Fyrsta var Marita Petersen, næsta var Helena Dam á Neystabø, triðja var Lisbeth L. Petersen og so fjórða Ruth Vang.
Til valið í 2019 gjørdist Ruth Vang aftur nummar trý á listanum. Men stutt eftir valið tók formaðurin og stovnarin av Framsókn, Poul Michelsen, seg úr politikki av heilsuávum, og Ruth tók síðani sæti á tingið.
Stutt eftir, í mars 2020, gjørdist hon forkvinna í Framsókn.
Hetta er fjórðu ferð, at Ruth Vang stillar upp.
Fyrstu ferð var í 2011, stutt eftir at flokkurin Framsókn varð stovnaður.
Hennara besta persónliga val var í 2019, tá hon fekk 265 atkvøður.
Jenis av Rana
Jenis av Rana er úr Trongisvági, men er búsitandi í Havn. Hann er útbúgvin lækni, 69 ára gamal og giftur við Onnu. Tey eiga tríggjar synir.
Jenis av Rana stillaði á fyrsta sinni upp til løgtingsvalið í 1990 fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur.
Tá fekk hann 97 atkvøður, og tað rakk ikki til løgtingssess.
Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1994, tá Miðflokkurin stillaði upp fyri fyrstu ferð. Tá fekk hann 237 persónligar atkvøður.
Síðani er Jenis valdur á løgting til hvørt eftirfylgjandi val. Tað vil siga, at Jenis er valdur á løgting átta ferðir.
Besta persónliga løgtingsvalið hjá Jenisi var í 2008, tá hann fekk 508 persónligar atkvøður.
Hetta er sostatt 10. ferð, at Jenis av Rana stillar upp. Og tað er níggjundi ferð, at hann stillar upp fyri Miðflokkin.
Jenis av Rana er elsta floksfólk av floksforfólkunum í teimum sjey flokkunum, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið í ár.
Millum tey 169 valevnini, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið hesa ferð, er Jenis millum tey, sum hevur sitið longst í løgtinginum.
Beinir Johannesen
Beinir Johannesen er 25 ár. Hann er úr Klaksvík.
Politiska starvsleiðin hjá Beiniri byrjaði, tá hann sum nýklaktur studentur varð valdur inn í Klaksvíkar býráð, sum tók við í januar 2017.
Hetta er einans næsta løgtingsvalið hjá Beiniri Johannesen.
Hann stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 2019 og varð eisini valdur beinleiðis á ting við 998 atkvøðum.
Við sínum 998 atkvøðum gjørdist Beinir toppskorari hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið í 2019.
Beinir Johannesen er at meta sum eitt satt politiskt stjørnuskot.
Í 2019 gjørdist hann yngsti persónur, sum nakrantíð er valdur beinleiðis inn á løgting, tá hann til seinasta løgtingsval varð valdur einans 22 ára gamal.
Og so er hann eisini yngsti formaður yvirhøvur í føroyskum politikki.
Hann gjørdist formaður í Fólkaflokkinum í 2022 einans 25 ára gamal.
So tað er heldur einki løgið, at miðlarnir vísa Beinir stóran ans, tá hann fór á valstaðið í dag.
Høgni Hoydal
Høgni Hoydal er 56 ára gamal. Hann er hoyvíkingur, giftur við Hildur, og saman eiga tey trý børn.
Høgni Hoydal kom sum eitt stjørnuskot inn á løgting í 1998, tá hann stillaði upp fyri fyrstu.
Hann varð valdur beinleiðis inn á ting til fyrsta løgtingsvalið, og hann fekk tá 1.562 persónligar atkvøður. Hetta er eisini hansara besta persónliga løgtingsval.
Hetta er áttandi ferð, at Høgni Hoydal stillar upp.
Hann hevur altíð stillað upp fyri Tjóðveldi (fyrr Tjóðveldisflokkin).
Høgni Hoydal hevur verið formaður í Tjóðveldi í 22 ár - síðani 2000.
Høgni Hoydal hevur røkt ymsar landsstýrissessir, millum annað sum landsstýrismaður í fullveldismálum og seinast sum landsstýrismaður í fiskimálum.
Hann er eisini valdur á fólkating fýra ferðir.
Og konan, Hildur, var við Høgna á val í dag.
Bárður á Steig Nielsen
Bárður á Steig Nielsen er 50 ára gamal, úr og búsitandi í Vestmanni við konuni Rakul. Saman eiga tey fýra børn.
Bárður stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 1998. Tá fekk hann 140 atkvøður og varð ikki valdur beinleiðis á ting.
Í 2002 var hann valdur beinleiðis á ting, tá fekk hann 196 atkvøður.
Bárður á Steig Nielsen hevur verið valdur inn á løgting fimm ferðir. Hetta er sjeyndi ferð, at hann stillar upp.
Og verður hann valdur hesa ferð, verður tað sætta tingsæta hjá formanninum í Sambandsflokkinum.
Bárður á Steig Nielsen er sætti løgmaður hjá Sambandsflokkinum, síðani Heimastýrislógin varð sett í gildið í 1948.
Hansara besta persónliga val var í 2019, tá hann fekk 1.218 atkvøður.
Hetta var eisini árið, har Bárður á Steig Nielsen gjørdist løgmaður.
Og tað var eisini ein fegin løgmaður, sum var á val í Vestmanna í dag.
|