- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Ein valfundur verður til
Miðnám á Kambsdali var karmur um almennan valfund, sum varð sendur í útvarpinum og sjónvarpinum, umframt at hann varð stroymdur her á síðuni.
Tað er ein long siðvenja at skipa fyri valfundum í Miðnámi á Kambsdali, og tað verður altíð gjørt nógv burturúr.
Tey ungu eru klár.
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum hevur sitið á fólkatingi seinastu 11 árini.
Barbara Gardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen eru par og stilla bæði upp, men fyri hvønn sín flokk, ávikavist Javnaðarflokkin og Framsókn.
Hanna Jensen er nú rektari á Miðnámi á Kambsdali, men hon hevur eisini drúgvar royndir sum politikari.
Hanna Jensen, rektari, og Kári Mikkelsen og Krista Johnsdóttir Kreutzman, ið eru vertir á valfundinum á Kambsdali.
Næmingarnir í Miðnámi á Kambsdali eru væl møttir til valfundin.
Dyrgt verður dúgliga eftir atkvøðunum í hesum døgum, eisini á Miðnámi í Kambsdali.
Rektarin tekur ímóti fólki.
Krista Johnsdóttir Kreutzmann, journalistur, leiddi valfundin í Miðnámi á Kambsdali saman við Kára Mikkelsen, journalisti.
Allir flokkarnir høvdu tvey umboð við til valfundin uttan Miðflokkurin, ið bara hevði sent Bill Justinussen at umboða flokkin.
Aksel V. Johannesen og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum leggja saman ráð.
Onkrir spurningar komu eisini frá áhoyrarunum.
Næmingarnir í Miðnámi í Kambsdali livdu væl við í valfundinum, og onkur einstakur dittaði sær eisini at seta ein spurning.
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, sum seinastu 11 árini hevur sitið á fólkatingi, er eisini skemtari, og hann brúkti allar snildir at vinna sær neisur á hinum umboðunum fyri flokkarnar.
Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi helt eyðsæð ikki, at Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum var stuttligur, tá hann legði eftir hennara flokki, Tjóðveldi, sum Sjúrður Skaale einaferð var limur í.
|