- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Eyðkendu SEV-steyrarnir tiknir niður
Eitt kapittul í ravnmagnssøgu Føroya er av.
Myndir: ©Bjarni Árting Rubeksen
Í vikuni vórðu eyðkendu steyrarnir uttan fyri gula SEV-bygningin í Gundadali í Havn tiknir niður.
Steyrarnir vóru partur av 60kV-linjuni til Vestmannar.
Steyrarnir blivu tiknir niður, tí linjan á strekkinum frá Sundsá til Havnar er løgd í kaðal undir jørð.
Hetta er samstundis liður í arbeiðnum at kaðalleggja alt elnetið í Føroyum.
Síðan byrjanina av nítiárunum er ein áhaldandi dagføring av elnetinum farin fram m.a. við at byggja nýggjar koplingarstøðir og at leggja linjur í kaðal fyri at verja elnetið móti ódnarveðri.
Síðani miðvísa arbeiðið at leggja linjur í kaðal byrjaði, er talið av feilum á linjum og kaðlum minkað munandi.
Í Vágum, Sandoy og Kallsoy eru allar linjur tiknar niður og kaðlar lagdir í staðin.
I know I need a small vacation
But it don't look like rain And if it snows that stretch down south Won't ever stand the strain
("Wichita Lineman" / Glen Campbell)
Eftirspurningur eftir elorku er lægstur um náttina og um vikuskiftið. Hetta merkir, at tá eru ikki so nógvar framleiðslueindir, sum framleiða inn á netið.
|