- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin vil hava bláa stjórn í Danmark
Í síðstu viku kom Tjóðveldi við síni valskrá og valevnum til løgtingsvalið, og í dag kunngjørdi Fólkaflokkurin sína valskrá og valevni.
Tað eru landsstýris- og løgtingsmanningin, burtursæð frá Heðini Zachariasen og Jákupi Mikkelsen, sum bóru seg undan at stilla upp, ið manna listan hjá Fólkaflokkinum.
- Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at vit stuðla undir, at Danmark fær eina bláa stjórn, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen.
Hann legði fyri við at siga nakað um, hvat Fólkaflokkurin fer at leggja dent á undir valstríðnum og at arbeiða fyri, um eitt fólkafloksumboð verður valt á Fólkating.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Myndir: ©Bjarni Árting Rubeksen
|