- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður og tingfólk umborð á amerikanskum kavbáti
Løgmaður og tingfólk umborð á amerikanskum kavbáti
Kavbáturin USSGN Georgia er 170 metrar langur
25.08.2022 - 13:50
Í dag hevur ein amerikanskur kavbátur í Ohio-klassanum, sum er størsti klassin, verið í Nólsoyarfirði, har hann skuldi skifta manning.
Kavbáturin USSGN Georgia er 170 metrar langur.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var millum teirra, sum var boðin umborð á kavbátin, skrivar Vp.fo.
Løgmaður, tingformaðurin, floksformenn, løgtingslimir og umboð fyri Tórshavnar býráð vóru eisini boðin umborð.
Í løtuni er amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, á vitjan í Føroyum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|