Daniel Johansen nýggi maðurin á vinstra bakki

Daniel Johansen skal loysa trupulleikarnar á vinstra bakki, nú Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson eru farnir í sóttarhald.

Føroyar skulu spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli upp á 6 dagar. 

Í annaðkvøld tekur Føroyar ímóti Ísrael á Tórsvølli. Leygarkvøldið spæla Føroyar ímóti Danmark og um eina viku verður landsdystur ímóti Moldova.

Landsliðsspælarar raktir av sóttarhaldi

Í gjár vórðu Viljormur Davidsen, sum spælir við danska felagnum, Vejle Boldklub, og Ári Mohr Jónsson, sum spælir í Noregi, koyrdir í sóttarhald, tí teir hava sitið ov nær við eitt smittað fólk við komu til Føroya.

Fyrrapartin í dag var tíðindafundur undan dystinum ímóti Ísrael. Håkan Ericson, landsliðsvenjari prátaði um mótstøðuliðið og greiddi frá broytingini í hópinum. 

Eftir tíðindafundin fingu fjølmiðlarnir møguleika at gera samrøðu við venjarar og spælarar.

Daniel Johansen fer at taka av avbjóðingini við einum smíli, fær hann møguleika at spæla ímóti Ísrael í annaðkvøld ella Danmark leygarkvøldið.

1474105

Hoyr samrøðu við Daniel Johansen við at trýsta á pílin omanfyri

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Hans Erik Danielsen, miðlamaður t.v., Håkan Ericson, landsliðsvenjari og Odmar Færø, verjuleikari, vóru føroysku umboðini á tíðindafundinum fyrrapartin.

Heini Vatnsdal, sum spælir við KÍ, er skrásettur fyri 27 landsdystir. 

John Frederiksen, sum spælir við SKU Amstetten í næst bestu eysturrísku deildini, er við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin ímóti Ísrael í annaðkvøld.

Á middegi, hevði landsliðið seinastu venjing undan dystinum ímóti Ísrael.
Er kopiera