![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/drotningavitjanin_dagur_03.jpg?itok=HTm6RSuv)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Ein væluppløgd drotning
Sí myndirnar: Ein væluppløgd drotning
Margretha drotning vitjaði í dag í Vestmanna, Kvívík, á Vatnsoyrum og í Miðvági.
17.07.2021 - 23:00
Leygardagurin byrjaði við at borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trónd Petersen, tók ímóti drotningini í Vestmanna. Eftir tað vitjaði Margretha drotning á Heiminum á Grønanesi. Her var tað serliga, at 96 ára gamla Maria á Heygum svam á sjónum, eftir at hon og drotningin høvdu havt eina løtu saman.
Í Vestmanna vitjaði drotningin eisini Mýruverkið. Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, greiddi frá um SEV.
Síðani gekk leiðin til Kvívíkar, har millum annað var hugt at útgrevstrinum frá víkingatíðini.
Vesturi í Vágum tók borgarstjórin í Miðvagi, Bjarni Prior, ímóti uttanfyri Zarepta á Vatnsoyrum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|