Henda træsmáttan megnaði ikki at standa ímóti ódnarveðrinum, og fór á flog um vikuskiftið. (Mynd: Jonna Højgaard)
|
Nógv av hesi altanini á hesum húsunum fór í nógva vindinum um vikuskiftið. (Mynd: Jonna Linda Christoffersen)
|
Eisini í Suðuroy gjørdi ódnarveðrið um seg. Her skaði, ið kom á Eldrasamýlið á Tvøroyri, sum eisini varð rakt í 2011. (Mynd: Maria Alma)
|
Byggitilfar frá Eldrasambýlinum á Tvøroyri, ið heldur ikki slapp undan ódnarveðrinum um vikuskiftið. (Mynd: Maria Alma)
|
Í kirkjugarðinum í Funningi eru gravsteinar koppaðir eftir ódnarveðrið um vikuskiftið. (Mynd: Johan Petur Dam)
|
Tað mesta av einari síðu í kirkjugarðinum í Funningi er farin í vindunum. (Mynd: Johan Petur Dam)
|
Soleiðis sær kirkjugarðurin í Funningi út eftir ódnarveðrið. (Mynd: Johan Petur Dam)
|
Garðurin, ið koppaði í ódnarveðrinum, er eisini koppaður inn yvir ein gravstein. (Mynd: Johan Petur Dam)
|
Bygdahúsið á Strondum fekk eisini skaða í ódnarveðrinum um vikuskiftið. (Mynd: Sjóvar kommuna)
|
Takkonstruktiónin á bygdahúsinum á Strondum hevur fingið stóran skaða. (Mynd: Sjóvar kommuna)
|
Her í Kollafirði fingu bilar stóran skaða, tá ein bingja fór á flog. Í einum bili sat ein maður kleimdur fastur. (Mynd: Páll Rói Poulsen)
|
Lítið gott er eftir av hesum bilinum, sum ein bingja feyk á. (Mynd: Páll Rói Poulsen)
|
Soleiðis sá havnalagið í Kollafirði út í nátt, eftir at ódnarveðrið hevði víst sína megi. (Mynd: Páll Rói Poulsen)
|
Hesir bilarnir í Kollafirði fingu stóran skaða av 40-fót bingjuni, sum fór á flog. (Mynd: Páll Rói Poulsen)
|
Her í Havn stríðast fólk við skaðar, ódnarveðrið hevur gjørt. (Mynd: Hugo Joensen)
|
Hesir bilarnir á bilasøluni hjá Bilrøkt í Havn fingu skaða í gjárkvøldið, tá vindurin var av tí mesta. (Mynd: Hugo Joensen)
|
Ein takpláta er fokin á ein bil, sum hevur fingið skaða. (Mynd: Hugo Joensen)
|
Tróðrið loysnað á Staðnum í Vestmanna. (Mynd: Pauli Magnussen)
|
Jólatræ farið í vindinum í jólabygdini á Sandi (Mynd: Ári Nolsøe)
|
Barometrið hjá Mads var lágt, tá ódnarveðrið gjørdi landgongd í Klaksvík. (Mynd: Mads Nørregaard Nielsen)
|
Innihugni tá vindur og ódn gjørdu um seg í Klaksvík um vikuskiftið. (Mynd: Mads Nørregaard Nielsen)
|
Hetta seyðahúsið Yviri við Strond í Havn fór við vindinum, skrivar Anna Mai, og húsið mátti tjórðast fast. (Mynd: Anna Mai Nattestad Joensen)
|
|
|