253 fólk vóru savnað í Christianskirkjuni mikukvøldið, tá Kringvarpið aftur tók upp nýggjar sálmar (Myndir: Dávur Winther)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndarøð: Nýggjar sálmaupptøkur í Christianskirkjuni
Myndarøð: Nýggjar sálmaupptøkur í Christianskirkjuni
Mikukvøldið skipaði Kringvarpið aftur fyri nýggjum upptøkum av sálmum, ið skulu brúkast til savnið og til fjórðu útgávuna av »Syng mín sál«
19.09.2013 - 08:15
Kringvarpið er aftur á ferð og tekur upp sálmar, ið skulu brúkast til sálmasavnið hjá stovninum. Harumframt verða onkrar upptøkur helst eisini við á fløguútgávuni »Syng mín sál 4«, ið kemur móti jólum.
253 sangglaðir klaksvíkingar vóru savnaðir í Christianskirkjuni í gjárkvøldið, mikukvøldið, tá nýggjar upptøkur av jóla- og páskasálmum vórðu gjørdar. Við urguna sat Jóhanna Johannessen, Andras Sólstein spældi horn til nakrar av sálmunum.
Tú kanst blaða aftur og fram í myndasavninum við pílunum á knappaborði tínum.