- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Tey 27 ES-londini góðkendu einmælt fyrrapartin avtaluna við Bretland. Londini nýttu ikki meir enn góðan hálvan tíma at taka avgerðina.
Avtalan um skilnaðin millum ES og Bretlandi er samtykt av teimum 27 stjórnarleiðarunum í ES.
Ósemjan um Gibraltar var ein forðing fyri sáttmálanum um, hvussu Bretland skal fara úr ES.
Ein amerikansk stjórnarfrágreiðing ger greitt, hvørjir vandarnir eru.
Erik Solheim gevst sum formaður í umhvørvisnevndini hjá ST, eftir at ein frágreiðing hevur avdúkað, at hann hevur ferðast fyri 4,1 milliónir.
Arbeiðið at byggja floghavnir í Nuuk og Ilulissat í Grønlandi verður væntandi boðið út í seinnu helvt av januar.
Airbnb hevur boðað frá, at fyritøkan ikki longur fer at bjóða býli at leiga í ísraelsku búsetingunum á Vestara Áarbakka.
Fyrrapartin varð ein 28 ára gamal maður dømdur at missa ríkisborgararættin, tí maðurin hevur verið í kríggj fyri yvirgangsfelagsskapin IS.