- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politikkur
Ikki bara teir sjey limirnir í Rættarnevndini, men øll í løgtinginum sleppa at síggja sáttmálan, sum Kári P.Højgaard hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin
Eftir ein fund við vinnuna í gjár endurtekur norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, at Noreg fer at nokta føroyskum skipum at landa norðhavssild í Norra, fiska føroyingar meira enn tradisjonella partin, føroyingar eiga av norðhavssildini, sum ráðharrin málber seg
Longu klokkan níggju í morgun heldur Rættarnevndin fram at viðgera tey fýra uppskotini um undirsjóvartunlar
Týsdagin 20. august kl. 13.00 – 15.00 (danska tíð) verður opið samráð í føroyanevndini á fólkatingi um møgulig ES handilstiltøk mótvegis Føroyum
Feløg, stovnar og einstaklingar fara á fund í rættarnevndini fyrrapartin at siga sína hugsan um Eysturoyartunnilin
Tað ber ikki til, at hvør telefonsamrøða og hvørt komma í málinum um størstu samferðsluútbygging nakrantíð í Føroyum, milliardaíløgan Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast fyri almenninginum. Føroysk Miðlafólk krevja opinleika
Øssur Winthereig, journalistur, sigur á bloggi sínum, at Kári P. Højgaard nú fyri aðru ferð roynir at seta vanliga fólkaræðið til viks, hesa ferð í málinum um Eysturoyartunnilin
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal gerast, er stevið í samgonguni alt annað enn gott
- Vit gjørdu vart við føroyska kravið um størri part av sildakvotuni longu undir samráðingunum á heysti í 2011. Tí kann okkara støða ikki koma óvart á nakran
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fara í dag at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um møgulig handilstiltøk hjá ES móti Føroyum