- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongin norðhavssild avreidd í Noregi
Hesin tradisjonelli parturin er, sambært hinum strandarlondunum, 32.000 tons í ár. Føroyska kvotan er 105.000 tons, og longu nú eru fiskað okkurt um 40.000 tons.
Norski fiskimálaráðharrin hitti í gjár fólk í feløgunum, sum varða av norsku fiskivinnuni. Tey tóku undir við landingarforboðnum móti Føroyum.
Forboðið fær ongan týdning sum so, tí føroysk skip landa ikki sild í Noregi. Har er eingin keypari.
Síðani 2011 eru føroysk og íslendsk skip ikki sloppin at landa makrel í Norra.
Lisbeth Berg-Hansen sigur, at Norra fer eisini at hjálpa ES, um ES setir síni ætlaðu tiltøk í verk móti Føroyum.
Tá skal ikki bera til hjá Føroyum at sleppa av sín útflutning gjøgnum Norra, tá ES-havnirnar verða stongdar.