Tunnil: Allir tinglimir sleppa at síggja

Tunnil: Allir tinglimir sleppa at síggja
Ikki bara teir sjey limirnir í Rættarnevndini, men øll í løgtinginum sleppa at síggja sáttmálan, sum Kári P.Højgaard hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin
Kári P. Højgaard er sinnaður at lata allar løgtingslimir síggja tunnilssáttmálan, men tað verður í trúnaði.
 
14.08.2013 - 07:41

Tað segði landsstýrismaðurin, Kári P. Højgaard, í tjakinum í Sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Men treytin hjá øllum 33 tingfólkum er, at tey vátta, at tey síggja sáttmálan í trúnaði. Tað er, at tey mugu ikki siga fyri øðrum, hvat stendur í sáttmálanum.

Sáttmálin er ikki undirskrivaður enn. Tað ætlar Kári P. Højgaard at gera fyri 1. september.

Rættarnevndin hevur aftur fund um tunlarnar fríggjadagin. Tá eru Copenhagen Infrastructure Partners og Búskaparráðið biðin um at koma á fund. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564