Tunnilsdagur í rættarnevndini

Tunnilsdagur í rættarnevndini
Feløg, stovnar og einstaklingar fara á fund í rættarnevndini fyrrapartin at siga sína hugsan um Eysturoyartunnilin
Mong sjónarmið um tunnilsætlanirnar verða ivaleyst borin fram í rættarnevndini í dag. Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna, miðar eftir eini semju í málinum.
Mynd: Savsnmynd  
 
12.08.2013 - 06:32

Rættarnevndin hjá løgtinginum fer fyrrapartin at viðgera uppskotini um Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil, og uppskotið um at leggja allar tunlarnar í landinum í eitt tunnilsfelag.

Rættarnevndin hevur boðið umboðum fyri fleiri feløg á fundin at greiða frá sínum sjónarmiðum um tunnilsætlanirnar.

Føroya Kommunufelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Felagið Peningastovnar, Føroya Verkfrøðingafelag og umboð fyri Articon eru øll boðin á fund við Rættarnevndina. Eisini Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur gjørt eina alternativa tunnilsætlan, er boðin á fund í rættarnevndini.

Miðar eftir semju

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sigur, at talan í fyrsta umfari er um eina kunning.

Semja er ikki í Rættarnevndini um uppskotini, men sjálv miðar Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir eftir at finna eina semju, áðrenn løgtingið fer at hava aðru viðgerð av uppskotunum.

Jenis vil hava upplýsingar

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum er ímóti uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um privatu loysnina fyri Eysturoyartunnilin, hevur heitt á rættarnevndina um at fáa greiði á, hvussu nógv dýrari tað verður at koyra í Eysturoyartunlinum, fyri at privatir kunnu hava vinning av íløguni.

Eisini heitir Jenis á Rana á rættarnevndina um at fáa hendur á øllum skjølum, sum hava samband við sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin - skjøl, sum eru krógvað fyri lóggevarum landsins, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564