Samráð í føroyanevndini um ES boykott mótvegis Føroyum

Samráð í føroyanevndini um ES boykott mótvegis Føroyum
Týsdagin 20. august kl. 13.00 – 15.00 (danska tíð) verður opið samráð í føroyanevndini á fólkatingi um møgulig ES handilstiltøk mótvegis Føroyum
Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum kallar nú í samráð um ES-handilstiltøkini móti Føroyum.
Mynd: politiken.dk  
 
12.08.2013 - 12:01

Tað er Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum, ið hevur kallað danska fiskimálaráðharran og danska løgmálaráðharran í samráð. Orsøkin er, at ES ætlar at seta tiltøk í verk mótvegis Føroyum í stríðnum um sildina í Norðuratlantshavi. Formaður í Føroyanevndini er Sjúrður Skaale.


Grundlógin
Søren Espersen spyr millum annað, hvussu handilstiltøk móri føroyskum fiskimonnum, (danskir ríkisborgarar, búsitandi í Føroyum) sum ES hevur samtykt, og sum Danmark skal seta í verk, er í samsvari við grundlógina, har tað stendur, at munur má ikki gerast á donskum  ríkisborgarum – og um ráðharrin kann tryggja, at handilstiltøkin ikki stríða móti grundlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967