
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mary Antonsdóttir: Yvirtíðin var stóri knúturin í samráðingunum

Tað loysti seg hjá semingsmonnunum ikki at sleppa Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Heilsuhjálparafelagnum, hóast semingsuppskotið, sum var lagt fyri partarnar í gjárkvøldið, var vrakað.
Semingsmenninir hildu fram við semingini, og seinnapartin skrivaðu KAF og Heilsuhjálparafelagið undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi í eitt ár.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at kravið um yvirtíð eftir átta tímar arbeiðsdag var stóri knúturin í samráðingunum hesa ferð.
Og kardinalspurningurin um neyðtilbúgving í sambandi við verkfall er fyribils parkeraður.
Martin Gregersen, formaður í KAF, sigur, at ásetingin um yvirtíð eftir átta tímar arbeiðsdag, er ein ásannan av, at neyðugt er at gera nakað fyri at eggja starvsfólki til at taka eitt eyka tak á eldraøkinum.
Hoyr samrøðu, sum Tordis Vang Guttesen gjørdi við Mary Antonsdóttir og Per Martin Gregersen, tá tey høvdu skrivað undir nýggja sáttmálan:
Partarnir á fundi við semingsmenninar fyrrapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Talan er um eitt árs sáttmála, sum verður galdandi frá 1. oktober í fjør, til 1. oktober í ár.
Partarnir eru samdir um, at lønin hækkar 4,75 prosent, frá 1. oktober í fjør at rokna.
Í semjuni er eisini staðfest, at arbeiðstíð út yvir átta tímar um dagin verður samsýnt sum úrtíðarløn, sum er 50 prosent eyka av vanligu lønini.
Eisini hækka nakrar viðbøtur. Fyri summar- og frítíðarlegur verður løn latin sum fyri vanligan arbeiðsdag, tó í minsta lagi átta tímar. Harafturat verður eykaviðbót latin, svarandi til kvøldviðbót fyri 16 tímar um samdøgrið.
Er talan um leygar-, sunnu- og halgidagar, verður latin tvífald viðbót. Men viðbøturnar verða einans latnar, um talan er um frammanundan avtalaða og avmarkaða tíð, sum verður brúkt til leguuppihald.
Í semjuni er einki nevnt um undantøk í sambandi við neyðtilbúgving, tá verkfall er.