KAF og Heilsuhjálparafelagið hava skrivað undir sáttmála

KAF og Heilsuhjálparafelagið hava skrivað undir sáttmála
Nýggi sáttmálin er galdandi í eitt ár, og einki verður nevnt um undantøk í samband við neyðtilbúgving í samband við verkfall
Per Martin Gregersen, formaður í KAF, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, tá skrivað varð undir nýggja sáttmálan.
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
26.03.2025 - 14:27

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava nú skrivað undir nýggjan sáttmála.

Talan er um ein eitt ára sáttmála, sum verður galdandi frá 1. oktober í fjør, til 1. oktober í ár.

Partarnir eru samdir um, at lønin hækkar 4,75 prosent, frá 1. oktober í fjør at rokna.

Í semjuni er eisini staðfest, at arbeiðstíð út yvir átta tímar um dagin verður samsýnt sum úrtíðarløn, sum er 50 prosent eyka av vanligu lønini.

Eisini hækka nakrar viðbøtur. Fyri summar- og frítíðarlegur verður løn latin sum fyri vanligan arbeiðsdag, tó í minsta lagi átta tímar. Haraftrat verður eykaviðbót latin, svarandi til kvøldviðbót fyri 16 tímar um samdøgrið. 

 

 

Er talan um leygar-, sunnu- og halgidagar, verður latin tvífald viðbót. Men viðbøturnar verða einans latnar, um talan er um frammanundan avtalaða og avmarkaða tíð, sum verður brúkt til leguuppihald.

Í semjuni, sum báðir partar undirskrivaðu fyri løtu síðani, er einki nevnt um undantøk í samband við neyðtilbúgving í samband við verkfall.

Semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið, var annars vrakað, tá partarnir hittust klokkan 11 fyrrapartin. Men semingsmaðurin valdi tó at halda fram við semingini, sum nú endaði við semju. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 15. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859