ES samtykt fleiri tiltøk móti Russlandi

ES samtykt fleiri tiltøk móti Russlandi
Millum annað eru 73 skip komin aftrat á listan yvir russiska skuggaflotan
Uttanríkisráðharrarnir í ES fara mánadagin 24. februar formliga at góðkenna revsitiltøkini, sum ES-tingið hevur samtykt.
 
19.02.2025 - 11:36

ES-tingið hevur samtykt nýggj revsitiltøk móti Russlandi. 

Tað sigur ES-diplomatur við tíðindastovna Reuters. 

Talan er um 16. pakkan av revsitiltøkum, sum hesa ferð snúgva seg um innflutningsbann fyri russiskt aluminium, og at 73 nýggj skip koma á listan yvir russiska skuggaflotan, skrivar Reuters.

Eisini eru revsitiltøk sett í verk móti fleiri havnum, flogvøllum, bankum og miðlafyritøkum, skrivar norska NTB.

Uttanríkisráðharrarnir í ES fara mánadagin 24. februar formliga at góðkenna revsitiltøkini.

Tá eru trý ár síðani, at Russland gjørdi innrás á Ukraina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017