Rubio og Lavrov samráðast nú um Ukraina

Rubio og Lavrov samráðast nú um Ukraina
Partarnir siga, at málið er at betra um sambandið millum USA og Russland, og við samráðing at enda kríggið í Ukraina
Samráðingarnar millum USA og Russland um Ukraina eru í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.02.2025 - 08:23

Fyri lítlari løtu síðani settust amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, og russiski starvsbróðirin, Sergej Lavrov, við borðið, at samráðast um Ukraina.

Tað vísa myndir úr saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, har fundurin verður hildin.

Partarnir siga, at málið er at betra um sambandið millum USA og Russland, og við samráðing at enda kríggið í Ukraina.

Amerikanarar siga, at fundurin skal halda lív í prátinum um frið í Ukraina, sum amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, viðgjørdu á telefonfundi í síðstu viku.

Ukraina er ikki boðið við til fundin, og Lavrov segði í gjár, at Evropa heldur einki hevur at gera við samráðingarborðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017