- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi Nato-aðalskrivarin: Evropa noyðist at taka annað skinn um bak

- Evropa noyðist at taka annað skinn um bak í sambandi við friðarsamráðingarnar um Ukraina.
Tað sigur fyrrverandi danski forsætisráðharran og Nato-aðalskrivarin, Anders Fogh Ramussen.
Hann var við á trygdarráðstevnuni í Munchen í síðstu viku.
Anders Fogh Rasmussen sigur, at londini í Evropa noyðast at arbeiða soleiðis, at tað ikki slepst uttan um tey í sambandi við møguligar friðarsamráðingar.
- Á tann hátt verða londini sjálvskrivað at sita við samráðingarborðið, sigur hann.
Anders Fogh Rasmussen, sum var gestur í sendingini 21 Søndag í danska kringvarpinum í gjárkvøldið, sigur, at amerikanarar hava rætt, tá teir føra fram, at Evropa hevur "sovið í tímanum," sum hann tekur til.
- Avgjørt. Og tá ið eg líti aftur á tíðina, iðri eg meg um, at vit ikki varnaðust, at Russland var í ferð við at dubba seg, meðan vit lótu standa til.
Sí brot úr samrøðuni í 21 Søndag í gjárkvøldið:
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur boðað fleiri evropeiskum leiðarum til snarfundar í París í dag um kríggið í Ukraina og trygdina í Evropa.
Millum teirra, sum hava fingið fundarboð, er danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen.