- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski forsætisráðharrin: Hvørki friður ella kríggj
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur seg vera samda við svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson, sum um vikuskiftið segði, at tað valdar hvørki friður ella kríggj í Svøríki.
Toppfundur fyri ríkisleiðarar í londunum við Eystrasalt og Nato hevur verið í finska høvuðsstaðnum Helsinki í dag.
Fyrrapartin tosaði Mette Frederiksen við danska fjølmiðlar. Hon legði dent á, at tað hevur týdning at fáa báðar partar av útsøgnini hjá Ulf Kristersson við:
Mette Frederiksen fegnast um, at Nato-londini við Eystrasalt styrkja samstarvið á fleiri mótum og stigum:
- Upprunaliga málið hjá Nato at brúka tvey prosent av BTÚ á verjuøkinum, er ikki longur nóg mikið, segði danski forsætisráðharrin.
Við hesum endurtók hon tað, sum hon segði í nýggjársrøðuni, at Danmark longu er farið undir herdubbing, og at hon fer at halda fram.
- Og tað verður sera, sera dýrt, segði hon.
NATO-londini við Eystrasalt tilskila sær rættin at reagera móti øllum skipum, sum tey hava illgruna um skáka sær undan revsitiltøkum, og eru til vanda fyri trygdina, stendur í felags yvirlýsing frá londunum eftir toppfundin í dag, skrivar Reuters.