Borgarstjórin í Hvalba heldur fram

bannari
Borgarstjórin í Hvalba heldur fram
Hóast listin hjá Janusi Thomsen valkvøldið gjørdist tann minni listin, endaði tað í gjárkvøldið kortini við, at sitandi borgarstjóri heldur fram í sessinum
Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
 
22.12.2024 - 10:18

Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Hvalba og Sandvík.

Tað gjørdist greitt eftir skipanarfundin, sum varð hildin í Hvalba í gjárkvøldið. Janus Thomsen fekk fýra atkvøður og Otto West fekk tríggjar. Tær tríggjar atkvøðurnar, sum listi A tryggjaði sær valkvøldið, og atkvøðuna hjá Poul Laust Christiansen, sum annars varð valdur á Felagslistanum

Tá borgarstjórin var valdur skuldi varaborgarstjóri veljast og eisini har vóru tvey uppskot. Ronni Hammer, sum er varaborgarstjóri, og Poul Laust Christiansen. Tað valið vann Poul Laust Christiansen við somu atkvøðum, sum tryggjaðu Janusi Thomsen borgarstjórasessin.

 

20241222_Hvalbiar_K2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962