- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið skal hava samskiftisfólk
Politiið í Føroyum skal nú hava samskiftisfólk.
Starvið, sum er tíðaravmarkað, er lýst leyst.
Tað er tíðaravmarkað, tí politiið hevur fingið pening til samskiftisfólk í fýra ár.
Men tað er møguligt, at talan verður um fast starv eftir lokna fýra ára sáttmálaskeiðið.
Samskiftisfólkið skal millum annað gera tíðindaskriv og viðgera fyrispurningar frá miðlunum og gera og menna tilfar til sosialu miðlarnar, eitt nú Facebook og Instagram, hjá politinum.
Tað skal eisini skriva greinar og søgur um dagliga arbeiðið hjá politinum, bæði til innanhýsis miðlar og til almenningin.
Innanhýsis samskifti er eisini partur av arbeiðinum.
Løn og setanartreytir vera ásettar sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag á danska arbeiðsmarknaðinum.
Freistin at søkja er 6. januar.