- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog: Gongur væl at fáa teir 5500 útisetarnir heim til jóla
Tað merkist á flogvøllinum, har nógv eru møtt upp fyri at taka ímóti børnum, ommu- og abbabørnum og systkjum.
5500 útisetar koma heima til jóla. 15 eykaflogfør eru sett inn, og øll eru tey fullmannað. Jólaferðslan sær lovandi út hjá Vága floghavn.
"Veðrið er við okkum, og sum tað sær út beint nú, so vænta vit, at øll flogfør koma til tíðina," sigur Einar Kallsberg, leiðandi ferðslusamskipari í Atlantsflogi.
Mamman stúrin um veðrið
Spennandi er at fáa tey kæru heim til jóla.
Millum hesi eru Sára Ritley, Katrin Joesen, og lítla Maria, sum gleðast um at fáa dóttrini, ommudóttrini og stórasystrini, Solveig, heim til jóla.
Solveig Ripley gongur á eftirskúla niðri, og tær hava ikki sæð hana síðani heystferiuna.
Mamman hevur verið nakað stúrin um, hvussu veðrið fór at blíva, nú dótturin skuldi flúgva heim.
Fýra ára gamla Maria er sera fegin um at hava fingið stórusystrina Solveig heim til jóla
15 fleiri flogfør sett inn
Men sambært Einari Kallsberg, leiðandi ferðslusamskipari í Atlantsflogi, er einki at stúra fyri í løtuni.
"Tað gongur gott, og veðrið hevur verið við okkum, hóast tað er leingi til mánadagin."
Einar Kallsberg ásannar, at tað er rokaligt, men tað gongur við góðum samstarvi.
Síðsti túrurin er 23. desember er klokkan 13.40, so hava tey á Vága floghavn jólafrí.
GEVIÐ GÆTUR, AT EINAR KALLSBERG, IÐ ER VIÐ Í INNSLAGNUM, ER LEIÐANDI FERÐSLUSAMSKIPARI Í ATLANTSFLOGI.