Stjórin í Betri Pensjón: Føroyingar taka ikki eins stóran váða á seg

Stjórin í Betri Pensjón: Føroyingar taka ikki eins stóran váða á seg
- Avkastið hevur ikki verið eins stórt í Føroyum og í Danmark, tí føroyingar ikki taka eins stóran váða á seg, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.
Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2024 - 16:58

Kanningin hjá Tyggingareftirlitinum vísir, at avkastið hjá teimum trimum  eftirlønarfeløgini í Føroyum, Lív, Betri Pensjón og Lívsverk liggur millum 3,2 og 3,5 prosent í miðal seinasu fimm árini.

Tað er bara helvtin av tí, tað er í Danmark, har avkastið er 6,8 prosent.

Vanliga siga eftirlønarfeløgini, at um ein tekur stóran váða, so kunnu hesir brúkararnir vænta at missa nógv, um tað gongur illa.

Í 2022 gekk sera illa, og tá var avkastið negativt, bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Støðan ikki nóg góð

Men eisini hetta árið gekk verri í Føroyum enn í Danmark. Avkastið í Danmark var hetta árið -10,1%, meðan tað var -11,1% í Føroyum í miðal.

Helgi L. Petersen ásannar, at støðan er ikki nóg góð. Kundin í Føroyum fær ikki nóg stórt avkast samanborið við Danmark.

Hann vísir á, at tað eru nakrir heilt fáir kundar hjá Betri Pensjón, sum hava fingið stórt avkast, men at tað samstundis eisini eru fleir, sum hava fingið sera lítið avkast, væl undir miðal.

Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, væntar, at munurin millum Føroyar og Danmark verður ikki eins stórur um nøkur ár.

 

Helgi_L_Petersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519