- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtslan av koli setur heimsmet triðja árið á rað
Nýtslan av koli setur heimsmet triðja árið á rað
Samlaða nýtslan av koli var í ár 8,77 milliardir tons. Tað er serliga Kina, sum brúkar nógv kol
Mynd: Shutterstock.com
18.12.2024 - 11:24
Triðja árið upp í slag setir nýstlan av koli met á heimsstigi.
Tað sigur altjóða orkustovnurin, IEA, í nýggjari frágreiðing.
Í frágreiðingini verður mett, at á heimsstigi verður samlaða nýtslan av koli í ár 8,77 milliardir tons.
Kina brúkar nógv kol
Tað er serliga Kina, sum brúkar nógv kol.
Síðstu 25 árini hava kinesarar brúkt til samans 30 prosent meira kol enn restina av heiminum.
Nýtslan av koli í ES minkar væntandi við 12 prosentum í ár, og fimm prosentum í USA.
Kol dálkar illa sum orkukelda, og granskarar hava ávarað um avleiðingarnar í áratíggju.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV