Grønlendskt pass: Hvør er grønlendingur?

Grønlendskt pass: Hvør er grønlendingur?
Tað er umráðandi, at heitið "grønlendskur" í passinum ikki verður nakað, sum ein og hvør kann fáa sær í passið, heldur Kuno Fencker, landstingslimur úr Siumut
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.12.2024 - 14:33

Fleiri grønlendskir politikarar fegnaðust, tá tað herfyri var greitt, at grønlendskur samleiki nú kann standa í passinum á sama hátt sum danskur samleiki.

Landstingslimurin, Kuno Fencker, sum umboðar Siumut, mælir tó til at vera varin, tá ið avgerð skal takast um, hvør kann sleppa at brúka grønlendskan samleika í passinum.

Verður hetta handfarið skeivt, kann hetta vera vandamikið, ávarar hann.

 

Ein og hvør er ikki grønlendskur

Kuno Fencker sigur í politiska miðlinum, Altinget, at tað er umráðandi, at heitið "grønlendskur" í passinum ikki verður nakað, sum ein og hvør kann fáa sær, uttan at hava nakað veruligt samband við Grønland.

"Um vit ikki greitt allýsa, hvør kann fáa grønlendskt pass, er vandi fyri, at vit missa takið á okkara tjóðskaparliga samleika," sigur hann í Altinget.

Kuno Fencker finst eisini at, at avgerðin um at loyva grønlendska samleikanum at standa í passinum, er tikin uttan um Landstingið, sum er valt til at taka sær av Grønlandi og grønlendska fólkinum.

Hann heitir á grønlendska landsstýrið og Landstingið um at brúka hetta høvið til at allýsa, hvør kann metast at vera grønlendingur, bæði løgfrøðiliga og mentanarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233